Familjulega á Selatrað

Skótarnir skipa aftur í ár fyri familjulegu á Selatrað

- Hetta er ein familjulega, har familjur kunnu koma og vera saman úti í náttúruni og royna tað ymiska virksemi vit hava her á deplinum, sigur Magni Laksafoss, leguovasti. Fólk kunnu royna at síga, at klintra, bogaskjóting, kanorógving, paintball, øksakast og mangt annað.

 

- Hetta er 5. ferð vit skipa fyri familjulegu her á Selatrað, men hetta er fyrstu ferð vit fult gagnnýta smoltstøðina, sum vit fingu frá Bakkafrost fyri tveimum árum síðani, sigur Magni Laksafoss.

 

Smoltstøðin verður á nógvan hátt miðdepilin fyri virkseminum í ár, sigur Magni Laksafoss. Sum dømi nevnir hann, at bogaskjótingin í ár verður innandura og at har er pláss fyri heili 18 fólkum.

 

- Vit síggja, at nógv nýta hetta sum eina stórfamiljuútferð, at tað ikki bara eru foreldur og børn, men at ommur og abbar eisini koma við. Tey kunnu so sita og hugna sær við einum kaffimunni, meðan tey ungu spæla paintball og tey minstu grava eftir gulli, sigur Magni Laksafoss.

 

Magni Laksafoss sigur, at undanfarin ár hava tey mett luttøkuna til at vera um 3000 fólk, eini 1000 til 1500 hvønn dag, so legan er væl umtókt.

 

Fyrsta virksemi byrjar hósdagin klokkan 12 og legan heldur áfram til sunnudagin. Fólk kunnu yvirnátta antin í telti ella í leguhúsinum, eins og at fólk antin kunnu hava mat við sjálvi ella keypa okkurt á staðnum. Kantinan serverar bæði morgunmat og døgurða, eins og at tað er møguleiki at grilla mat sjálvur.

 

Um kvøldið er legubál og kvøldseta, umframt at okkurt serligt tiltak er á skránni. Fríggjakvøldið verður møguleiki at royna eldblástur, meðan FM í øksakasti verður leygarkvøldið.

 

Legan er ókeypis, men eitt lítið gjald er fyri tað ymiska virksemi.

 

Virksemi, sum fólk kunnu royna er hetta:

Kano, snorkling, tunnuflakar, árabátar við toskatráðu, at stýra skjóttgangandi báti.

Bogaskjóting, øksakast, jarnsmíð, síging, klatriveggur, paintball.

Skattajakt, gullgrevstur, vatnland.

Primitiv matgerð.