Eins og undanfarin ár verður familjulega fyri brekað á Zarepta í Vatnsoyrum í døgunum frá 15.-18. mai. Legan er ætlað øllum, ið bera brek og familjum teirra. Á leguni, sum verður myndað eftir, hvat luttakararnir ynskja, verður millum annað: fyrilestrar, pallborð, samltalubólkar, tónleikur, leikvenjing og fimleikur, eisini verða andaktir og nógvur sangur. Legan verður sett hóskvøldið kl. 21.00. Familjulegan fyri brekað varð fyrstu ferð hildin í 1981, og hevur hon verið hildin hvørt ár síðan tá. ST hevði tá á fyrsta sinnið lýst árið 1981 av vera ár teirra brekaðu. Árið 2003 er nú av ES lýst sum ár teirra brekaðu, og hevur landsstýrið tikið undir við hesum við heitinum "Føroyar fyri øll". Ein av fyrireikarunum, Róland í Skorini, sigur: "Legurnar hava mangan verið hildnar í verkfallstíðum, men vit eru sera takksom fyri, at øll fakfeløgini altíð hava víst legunum, serliga familjuleguni fyri brekað, so stóra virðing og vælvild, at legan ikki hevur verið hindrað, hvørki viðvíkjandi at fáa mat til vega ella at flyta ferðafólk við breki, hjálparfólk ella avvarðandi teirra við Strandfaraskipum Landsins. Tað eru vit fakfeløgunum sera takksom fyri. Tað var serliga Ellintur Abrahamsen, formaður í Føroya Skipara- & Navigatørfelag, sum slóðaði fyri hesum í fjør."
Lega fyri einlig
Frá 30. mai til 1. juni verður ein familjulega fyri einlig á Zarepta. Legan er serliga ætlað yngri einkjum og einkjumonnum og fráskildum við børnum ella uttan. Legan er eisini fyri tey, sum ongantíð fingu ein maka. Fólk úr ymiskum samkomum koma vanliga til hesa leguna, sum er sera gevandi fyri tey vaksnu og børnini. Halldóra Krett í Havn skipar fyri hesi leguni. Áhugað kunnu tekna seg áðrenn 24. mai á tlf. 317698 ella teldupost: [email protected].
Almenna skráin hjá Zarepta byrjar Dýra biðidag við familjuleguni fyri brekað. Síðan verða familjulegur, summarlegur, bíbliuskeið, hjúnastevna, kvinnu- og mansstevnur. Seinasta legan í almennu skránni er heystlegan, ið er frá 10. - 15. oktober. Vetrarhálvárið eru eisini fleiri vikuskiftislegur, sum tær ymisku samkomurnar kring landið sjálvar skipa fyri.