Familjulega í Nesvík

Tíðindaskriv

Summarfamiljulegan 2003 verður 30. juli til 3. august í Leguhúsinum í Nesvík. Evnini eru, eins og altíð, viðkomandi fyri alla familjuna.
Aftur í ár fara vit á ta vælumtóktu familjuleguna við allari familjuni.
Leguhúsið er nú so nógv og væl útbygt við góðum grasvølli, bátahyli og góðum hølum, at børn og vaksin stórtrívast har.
Teir størru dreingirnir (páparnir) síggjast ikki so sjáldan dystast á vøllinum. Spurningurin er bert, um teir yngru dreingirnir koma fyrst á vøllin.
Evnini, vit fara at taka upp á leguni, eru sum altíð sera viðkomandi. Eg kann nevna ta ringu samvitskuna. Hon er nakað tey flestu kenna til, men fá gera nakað við spurningin. Á hesi leguni taka vit og endavenda tí ringu samvitskuni og síggja, hvussu hon kann gerast ein tænari og ikki ein harri í lívinum.
Børn hyggja nógv í sjónvarp! Hvussu vita vit, um hetta kann gera teimum skaða? Hvat er hóskiligt at hyggja at? Eiga vit sum foreldur at taka ábyrgdina?
Hví er tað so trupult at eiga børn í tannárunum? Hvussu gera hini? Hví gongur tað so nógv lættari hjá hinum?
»Hvat geri eg skeivt?« ella »geri eg nakað skeivt?«
Øll hesi evni og nógv, nógv annað gott fáa vit fyri peningin á familjuleguni 2003.