Fanatisma sum vápn

Ein rættleiðing til harra Kai Vágfjall

At hava eina politiska støðu er okkara rættur. Eisini tín, sjálvt um tað ikki eru so nógvir føroyingar, sum eru so fanatiskir í tjóðskaparmálinum, sum tú; eg veit tí ikki, um tú ert svar verdugur. Tó.

Nú hevur tú í nógvum greinum hunddálka formannin í Javnaðarflokkinum, nú seinast sum fólkatingsmann í blaðnum 05.10.

Eg skal siga tær, at tann vanligi veljarin undrast ikki yvir ta støðu, sum Jóannis og Javnaðarflokkurin hevur til ríkisrættarmálið, men meira undrast vit yvir ta framferð, sum sitandi landsstýri hevur víst í teim málum, sum tú nevnir: Nato-málið, ST-málið, málið um landspartamál/tjóðarmál og fiskivinnusamráðingarmálið.

Eingin av hesum málum hava fyrr verið trupulleikar, men eru nújørt til tað av sitandi landsstýri og ikki minst Tjóðveldisflokkinum, har núsitandi samgongu-toppar provokera og fara uttan um galdandi lógir í tí eina ørindinum, at provokera og seta ilt blóð millum okkum og danskar myndugleikar, sum halda seg til galdandi reglir.

Hettar er als ikki neyðugt og fremur ikki ríkisrættarsamráðingunum.

Eg vænti ikki, at tú dugur ella vil skilja hesa støðu okkara, hartil ert tú alt og einoygdur politiskt. Men spilla fólk út, sum valla tú ert verdugur til, tað heldur tú teg hava heimild til, men frá hvørjum?

Tú gloymur, at nógv flestu føroyingar eru ikki tjóðveldisfanatikarar ella ditto romantikarar, men realistiskt hugsandi fólk, og hesi somu finnast eisini í Tjóðveldisflokkinum, tí betur. Fanatisma er einki gott, eigur tí ikki at fáa høvdið fyri seg her á landi.


Birgir Mohr

Sandur