Rúni Joensen er vorðin lutur í einum stríði um, hvørjar tulkingarnar eru galdandi, tá leikarar, sum hava verið sáttmálabundnir, skifta úr einum felag í annað
Fyri góðum ári síðani samtykti aðalfundurin hjá Fótbóltssambandinum, hvørjar reglur skuldu verða galdandi, nú føroysk feløg eisini vóru farin undir at skriva sáttmálar við leikarar sínar.
Í fyrsta umfari varð avgjørt, at FSF skuldi gera uppskot til ein standardsáttmála, og á aðalfundinum fyri einum ári síðani varð so endaliga samtykt, hvørjar reglur vóru galdandi á økinum.
Nú er henda skipanin so roynd í eitt ár, og nærliggjandi er tí at spyrja, hvussu henda skipan hevur riggað.
Tá skipanin er nýggj, eru allir lutir hennara sjálvsagt ikki royndir enn, men á onkrum økjum er í hvussu so er komið til skarpskeringar, nú leikarar í vetur hava gjørt av at flyta til annað felag enn tað, sum teir hava umboðað í farna kappingarári.
Ein av hesum leikarum er málverjin, Rúni Joensen, sum í farna ári vardi málið hjá fuglfirðingum, eftir at hann árið framman undan hevði verið í hópinum hjá GÍ.
Útlitini fyri spælitíð á besta liðnum hjá gøtumonnum vóru tó ikki serliga góð, tí gøtumenn hava seinnu árini havt tveir av landsliðsmálverjum okkara á hesum plássi.
Tískil gjørdi Rúni Joensen fyri einum ári síðani av at fara til grannabygdina, har útlitini fyri dystarvenjing vóru munandi betri. Farna kappingarár vardi hann so málið hjá fuglfirðingum, og hóast støðan á stigatalvuni var lítið hugalig, so munnu avrikini hjá Rúna ikki hava verið av leið.
Í øllum førum vóru boð eftir honum úr øðrum felag, tá føroysku liðini í vetur gjørdu seg út til komandi kappingarár, og Rúni tók av einum tilboði frá runavíkingum um, at koma at leika við teimum.
Hetta gav honum jú møguleikafyri fyrstudeildarfótbólti komandi kappingarár, so í hansara verð var einki ivamál. Runavíkingar vóru eisini fegnir um, at tað hevði eydnast teimum at finna ein nýggjan málverja, og so skuldi ein hildið, at allir partar vóru nøgdir.
Krevja pening
Trupulleikin er tó tann, at Fuglfirðingar tilskila sær rætt til at krevja pening, nú Rúni fer úr felagnum.
Úr Fuglafirði frætta vit, at tey sum so einki hava ímóti, at Rúni fer til Runavík, men hinvegin hava tey í sínari tíð gjørt eina íløgu í leikaranum, og vilja tey tískil hava eina afturbering hesum viðvíkjandi.
Sáttmálin, sum Rúni hevði við fuglfirðingar er runnin út, og metti hann tískil, at hann hevði frítt at fara. Sambært teimum reglum, sum altjóða fótbóltssamgongurnar, UEFA og FIFA, hava stungið út, hevur leikari eftir sáttmálalok frítt at fara, tó at fótbóltssambondini í ymsu limalondunum kunnu áseta nærri reglur, sum hava til endamáls at tryggja feløgunum.
Í Føroyum er slík regla eisini komin í gildi, og verður har staðfest, at um áhugaleikari, sum hevur leikt á fyrsta liði felagsins, fer til annað felag í Føroyum, hevur felagið rætt at krevja 10.000 kr. fyri leikaran, umframt at felagið kann krevja endurgjald fyri positivt staðfestar útreiðslur.
Stóri spurningurin í hesum máli er tí helst, um leikari, eftir at sáttmáli hansara er runnin, aftur er at meta sum áhugaleikari, ella um talan tá er um yrkisleikara, sum í løtuni ikki hevur nakran sáttmála.
Úr Fuglafirði frætta vit, at tey enn einki greitt svar hava fingið upp á henda spurning, og vilja tey tískil halda fast við sítt. Ein onnur orsøk til støðufesti teirra er, at tey fegin vilja hava staðfest, hvussu skipanin riggar, soleiðis at feløgini eru fullgreið um, hvørjar treytirnar á økinum eru.
Eisini vilja tey hava staðfest, hvørjar útreiðslur talan er um, tá tað í reglugerðini verður sipað til positivt staðfestar útreiðslur.
FSF ger av
Ísak Mikladal, aðalskrivari hjá FSF sigur við Sosialin, at bara tað at sáttmáli við leikara gongur út, merkir hetta ikki, at leikarin nú aftur er áhugaleikari.
Hinvegin fær Ísak ikki úttalað seg í um hetta málið, við tað at hann ikki hevur sæð nakað skjalatilfar ella líknandi.
Vanliga er tað jú soleiðis, at tá spælari skiftur felag, er hetta í fyrsta umfari ein spurningur, sum feløgini greiða sínamillum, og ikki fyrr enn tað kemur til skarpskeringar, trínur FSF upp í leikin.
Verður støðan tann, at NSÍ og ÍF ikki semjast um málið, verður tað í fyrsta lagi kappingarnevndin hjá FSF og í øðrum lagi dómsnevndin, sum gera, hvussu málið eigur at avgreiðast.