SJÓNLEIKUR
Klaksvíkar Sjónleikarafelag
Komandi vikuskifti fáa onnur enn Norðoyingar møguleikan at síggja vælumtókta skemtileikin, tí tá fer Klaksvíkar Sjónleikarafelag at ferðast við Frankenstein.
Klaksvíkar Sjónleikarfelag hevur hesuferð valt at framføra leik, ið er bygdur yvir skaldsøguna Frankenstein, sum Mary Shelley upprunaliga skrivaði í 1818, um Dr. Frankenstein og skapning hans. Danin Thomas Malling hevur umskrivað skaldsøguna til skemtileik. Andrias Justesen hevur umsett leikin og Jákup Weyhe hevur leikstjørna.
Tað eru 10 leikarar við í leikinum, og eru flestallir gamlir kenningar við nógvum royndum á palli, tó eru onkur nýggj talent við fyri fyrstu ferð.
Frankenstein hevur verið sýndur í Klaksvík 14 ferðir og hevur leikurin verið sera væl vitjaður. Nógv fólk hava verið í Atlantis og flent at Frankenstein. Ummælini hava verið góð og fólk hava verið væl nøgd.
Nú vera tað fólk í Eysturoynni, sum fáa møguleikan at síggja Frankenstein, tí týsdagin 26. nov. og mikudagin 27. nov. klokkan 20.00 verður leikurin sýndur í Mentanarhúsinum í Fuglafirði.
Seinni verður farið til Havnar við leikinum.
Forsøla av atgongumerkjum verður í kunningarstovuni í Fuglafirði og við dyrnar undan sýning.
Tað er lagt upp til, at Klaksvíkar Sjónleikarafelag aftur í ár verður garantur fyri, at nakað veruligt verður at flenna at á føroyskum sjónleikarpallum.