Ein drongur í Canada segði mammu síni, hvat hann sá í gamla búmerkinum hjá kendu sjokulátuni Toblerone, og mamman helt hetta vera so einastandandi, at hon segði frá hesum á sosialum miðlum. Og eftir øllum at døma halda fólk eisini, at hetta er merkisvert, tí ongin sigur seg hava lagt hetta til merkis, hóast mong eru tilkomin og hava kent sjokulátuna og búmerkið at kalla alla sína tíð.
Toblerone verður gjørt í Schweiz, og hyggur ein nærri at búmerkinum, so sæst, at talan er ikki bara um fjallasíðu og skuggar.
Ein bjørn fjalir seg eisini í búmerkinum.
Hon er gul og stendur á afturbeinunum.
Bjørnin ímyndar býin Bern í Schweiz, sum eisini hevur eina bjørn í sínum skjaldramerki.
Sjokolátan sigst hava serstaka tríhyrnta sniðið, tí Theodor Tobler, ið uppfann hesa sjokulátu, fekk íblástur av fjallinum Matterhorn í schweizisku alpunum. Tobler upfann Toblerone í 1908, og í dag eru 11 ymisk sløg av hesi sjokulátu.