Fótbóltstos
Tað var ein ovurfegin málskjútti, sum ikki kundi seta orð á kenslurnar sum vit hittu sunnudagin.
- Hatta var heilt ótrúliga deiligt. At sleppa at skora í einum slíkum dysti, og avgera dystin til okkara fyrimun. Eg dugi ikki at siga, hvussu tað kendst, helt hann.
Eftir málið fullu teir hvítu nakað langt aftur á vøllin, men Heðin helt ikki, at hetta var orsakað av, at teir vóru bangnir fyri at missa gullið.
- Tað er altíð soleiðis, at tú fellur longur aftur, tá tú hevur vunnið teg framum. Kanska áttu vit ikki at gjørt tað, men tað gekk so tíbetur, segði fegni greipuvinnarin eftir dystin.
Tað kann annars leggjast afturat, at hetta er seinna ferðin, at Heðin vinnur greipuna, men hóast kenslan soleiðis ikki var nýggj, so helt hann fyri, at stuttleikin var hin sami hvørja ferð.