Fann klæðini hjá horvnum ævintýrara

Fyri einum ári síðani hvarv amerikanski ævintýrarin Steve Fossett. Nú eru klæðir hansara funnin

Ein maður, sum var farin at spáka í einum runnalendi har norðuri í Kalifornia, hevur funnið klæðir og ymsar lutir, sum eftir øllum at døma stava frá ævintýraranum og ríkmanninum Steve Fossett, sigur CNN.

Steve Fossett hvarv á einari flogferð har vesturi í USA fyri einum ári síðani. Sambært løgregluni í Manmoth Lake er lítil ivi um, at klæðini og lutirnir, sum gongumaðurin fann, eru frá Steve Fossett.

Tann 63 ára gamli amerikanarin var best kendur fyri síni mongu met í luftini. Millum annað var hann tann fyrsti, sum fleyg rundan um jørðina í ballón. Tað metið setti hann í 2002.