Eirikur Lindenskov
Í síðstu viku fregnaðist ein maður úr New Zealandi í Lýsingartorginum í Sosialinum eftir føroysku familjuni hjá konu síni.
Tey vistu bara, at maðurin var av eini Petersenætt og at hann flutti til Palnackie í Skotlandi fyri eini trimum ættarliðum síðani.
Forfaðirnin, tey leitaður eftir, æt Nicol, hann var skipari og gekk burtur í Írska havinum.
Tey fregnaðust tí eftir at fáa meira at vita um føroysku ættina. Og tað hava tey fingið.
Forfaðir teirra var Nicolaj Frederik Petersen, sum varð føddur á Miðgerði í Kollafirði 2. mai í 1845. Foreldur hansara vóru Samuel Peter Samuelsen (f.22.12.1857) og Marianna Nicolajdatter (f. 20.11.1823). Tey áttu fimm børn, og var Nicolaj hin elsti. Mamman doyði í 1857. men í 1859 giftist faðirin uppaftur, og fingu tey átta børn. Ein teirra var tann so kendi keypmaðurin í Fuglafirði, Sámal Petur Petersen, sum sostætt er langabbabeiggi hesa konuna í New Zealandi.
Í brævi til Sosial siga tey úr New Zealandi, at tey bæði eru fødd og uppvaksin í Skotlandi. Tey fluttu í 1965 til New Zealand. Men í fjør vóru tey heima í Skotlandi og vitjaðu skyldfólk, har áhugin fyri føroysku ættini varð vaktur.
Hetta er bert enn eitt prógv um, hvussu hent Internetið er - eisini til ættargransking, tí tey hava fingið svar frá fleiri føroyingum, har onkur út í æsir kundi greina ættina.
Tey, ið vilja vita meira um Miðgerðaslagið í New Zealandi, kundu senda teldupost til Jean og Bert Haining. Adressa teirra er [email protected]