Fann ovurstóran eiturkopp undir hotelsongini

Nú er myndamaðurin Gil Wizen fegin heiðurslønarvinnari, men tá hann fann eturkoppin undir síni hotelsong, gjørdist hann sera skakkur.

 

Náttúru-myndamaðurin helt seg búgva einsamallan á hotelkamari sínum í Ecuador í 2014.

 

Men so fylgdi hann einum stórum fylgi av smáum eiturkoppum, ið fóru undir song hansara, og tá sá hann skakandi sjón.

 

Á kamarinum helt eisini ein ovurstórur brasilianskur eiturkoppur til, ein av eitrandi slag, og sat hesin á vegginum undir song hansara á hotelkamarinum.

 

Ovurstóri eiturkoppurin var mamma teir túsundtals smáu eiturkopparnar, ið Wizen fylgdi undir songina, og sum har við leiddu hann til stóra eiturkoppin.

 

- Eiturkoppurin var størri enn mín hond, hevur Wilzen greitt frá, og nú hevur myndin, ið hann tók av eiturkoppinum gjørt hann til heiðursvinnandi myndamann. Myndin The Spider Room” fekk heiðurin Urban Wildlife mynd tá Wildlife Photographer of the Year fór fram.

 

Wizen syrgdi sjálvur fyri at sleppa sær av við eiturkopparnar á hotelkamarinum.

 

Brasilianski eiturkoppurin er vanligur í Suður- og Miðamerika, og heldur vanliga til í regnskógarøki, har hann livir av froskum og kakkulakkum. Hann kann vera eitrandi fyri fólk og súgdjór, men kann eisini nýtast til heilivág.