Dánjal Højgaard
Ætlanir eru um at gera skjalarannsóknir í Russlandi, til tess at gera myndina av Føroyum undir kalda krígnum meira fullfíggjaða.
Danski søguprofessarin Bent Jensen, hevur sum ein av teimum fyrstu verið í Russlandi og leitað eftir skjølum frá Sovjet-tíðini. Hann ivast ikki í at tað finnast skjøl í gomlu sovjetisku søvnunum, sum kunnu hava føroyskan áhuga.
- Nú havi eg ikki leitað serskilt eftir tilfarið um Føroyar, men eg havi funnið nøkur í sambandi við mínar kanningar av donskum viðurskiftum.
-Eg kenni meg fullvísan í, at tað liggja heilar sakir um Føroyar onkra staðni, sigur Bent Jensen og vísir í hesum sambandi á gamla sovjetiska uttanríkisráðið og hernaðarligu fregnartænastuna.
Opportunisma ráddi
Bent Jensen hevur leitað eftir skjølum, sum lýsa viðurskiftini millum Danmark og Sovjetsamveldið frá tíðini eftir 2. verðinskrígg og fram í 60-ini. Í tilfarinum gongur fram, at Sovjet hevði eitt vakið eyga við Føroyum, sigur søguprofessarin.
Sovjetsamveldið fylgdi fyrst og fremst væl við hvat bretar og seinni amerikanarar gjørdu í Føroyum. Í hesum sambandi høvdu teir eisini eitt vakið eyga við stjørnarligu støðu Føroya.
Men meðan Sovjetsamveldið stuðlaði sjálvsstýriskreftum aðrastaðni kring heimin, so var stórveldið ?fullkomiliga ráksnúgvið?, tá tað galt sjálvsstýrisrørsluna í Føroyum, sigur søguprofessarin
-Teirra støða vísti seg at vera treytað av hvussu viðurskiftini lagaðu seg millum Danmark og Sovjettsamveldið.
- Fekk Danmark gott og tætt samband við Moskva, so tók mann eftir øllum at døma ikki undir við loysingini. Gjørdust viðurskiftini harafturímóti spent millum Danmark og Sovjetsamveldið, so mettu russar harafturímóti, at tað fór at tæna Sovjet um Føroyar loystu, sigur Bent Jensen.
Umframt strategiskan týdning høvdu Føroyar eisini økonomiskan og handilsligan týdning fyri Sovjettsamveldið, sigur Bent Jensen. Søguprofessarin hevur m. a. hevur funnið skjøl, sum umrøða sovjetiskan áhugan, at nýta Føroyar sum umskipingar- og umvælingarstað hjá sovjetiska fiskiflotanum.