Fann tekin um vatn á Mars

Amerikanska Mars-farið "Oppurtunity" hevur funnið tekin um, at vatn einaferð hevur verið á gongustjørnuni. Tað merkir, at lív kann hava verið har einaferð í tíðini.

-Hesar myndirnar eru heilt ótrúligar. Tær vísa, at lendið kann hava staðið undir í vatni leingi, og at hetta annaðhvørt hevur verið eitt grunt hav ella eitt vatn.

Á rúmdarstøðini NASA og kring allan heim eru jarðfrøðingar ovfarnir av myndum, sum "Oppurtunity" hevur sent niður á Jørðina. Kanningar hjá farinum hava víst, at tað hevur funnið sulfatir og onnur evni, sum eftir øllum at døma eru vorðin til í vatni. Tað merkir eisini, at fyritreytirnar fyri lívi á Mars hava verið rættiliga góðar, sjálvt um kanningarnar ikki hava givið nakað beinleiðis tekin um, at lív hevur verið á gongustjørnuni.

"Oppurtunity" lendi á Mars tann 25. januar. Tríggjar vikur frammanundan lendi "Spirit" eisini har, og bæði førini hava síðani kannað viðurskiftini á reyðu gongustjørnuni. Hvørki "Oppurtunity" ella "Spirit" hava útgerð, sum beinleiðis kann ávísa, um lív hevur verið á Mars ella ikki, men ætlanin er at fáa nærri greiði á hesum í 2009, tí tá skulu kanningarfør við tílíkari útgerð sendast til Mars.