Fantastiskir áskoðarar

Háldan Haldansen, sum er nevndarlimur í VÍF, var ótrúliga fegin um stuðulin, sum áskoðarar felagsins sýndu í dag

 

Tað var intenst til allar seinasta sekund. Hóast VÍF størsta partin av seinna hálvleiki var við yvirlutan, so var tað ikki fyrr enn seinasta bjargingin frá Niklasi Petersen í málinum var veruleiki, at gullið steypagullið loksins aftur fann vegin til Vestmanna. Har hava menninir ikki vunnið steypakappingina í 16 ár, og tað er leingi at bíða hjá einum sigursvandum felag.

 

Fagnaðurin hjá áskoðarunum var eisini øgiligur, og ein teirra, sum rann inn á vøllin, var Háldan Haldansen, nevndarlimur hjá VÍF.

 

- Hetta var heilt fantastiskt – ikki minst av áskoðarunum. Tey hava verið í toppi í allan dag, og longu ein tíma undan dystinum, vóru rópini veruliga við at koma ígongd.

 

- Úr Vestmanna fyltu vit tveir bussar, og ein heilur hópur legðist afturat niðri á Café Natúr, so alt í alt hava eini 150-200 gulir fjepparar gjørt sítt fyri at fáa dagin at eydnast.

 

Og hvussu var dysurin so at hyggja eftir. Tað sveiggjaði eitt sindur hjá tykkum?

 

- Hetta var øgiliga spennandi. Vit fingu ikki ordiliga gjørt av við Neistan, sum stóð sera væl í verjuni. Men tað gekk at enda, og tað hevur alt at siga.

 

Nøkur hava havt á munni, at VÍF mest sum hevur havt steypa-allergi seinnu árini. Er hetta nú bara søga?

 

- Ja. Tað haldi eg, at eg tori at siga, var seinasta svarið frá Háldan, áðrenn hann fór víðari inn í rúgvuna av fegnum spælarm og áskoðarum.