(U17 Gentur) Tað siga Bára S. Klakstein, venjari hjá KÍ getunum, og Kathrina Akursmørk, sum er liðskipari, um at vinna steypafinaluna hjá U17 gentum. KÍ vann 3-2 eftir longdaleiktíð.
Sum ikki eina ferð, so var tað KÍ, sum vann eitt gull í kvinnufótbólti. Hóast tað stóð nógv á, tá farið varð til longdaleiktíð, so stóð KÍ eftir við steypinum.
- Eg veit ikki hvussu tað ber til, men vit kempa altíð fyri hvørjum øðrum og trúgva altíð upp á at vit kunnu vinna, sigur Kathrina Akursmørk, liðskipari hjá KÍ.
Víkingur javnaði stutt fyri tíð og tí varð farið til longdaleiktíð. Hesa løtuna stóð á hjá KÍ.
- Tá hugsaði eg bara at vit máttu fá sigursmálið. Vit trúgva allatíð upp á tað og tað eydnaðist eisini, sigur Kathrina Akursmørk.
Bára S. Klakstein fegnaðist eisini um at hava vunnið finaluna, sum hon metti var jøvn og kundi havt koppað báðar vegir.
- Tað var deiligt at vinna, serliga tí tað var so javnt og dysturin kundi havt koppað báðar vegir, sigur Bára S. Klakstein.
Tað avr Kathrina Akursmørk, sum tók móti Mótasteypinum frá landsliðsvenjarunum Jón Paula Olsen og John Petersen.
- Hetta er fyrstu ferð eg eri liðskipari hjá KÍ og tað kendist fantastiskt at lyfta steypið, sigur Kathrina Akursmørk at enda.
Lagið var gott á KÍ gentunum, sum allar oystu vatn á venjaran, eftir at steypið var komið í hús.
Til ber at hoyra samrøðuna við Kathrinu Akursmørk og Báru S. Klakstein við at trýsta á pílin undir myndini.