Oljuráðtevna, Lerwick
?Tað hevði verið fantastiskt fyri okkum, um tit funnu olju. Tað hevði kunnað gagnað báðum londum. Tá eg byrjaði í mínum arbeiði fyri tveimum árum síðani var ein sendinevnd úr Føroyum við 30 fólkum og vitjaði Sullom Voe. Eg haldi tey vóru sera væl nøgd við oljustøðina her. So finna tit olju er tað frálíkt fyri tykkum, og ætla tit at brúka Sullom Voe er tað frálíkt fyri okkum.
Gunther Newcombe sigur, at sjálvandi er tað ein avgerð, sum føroyingar mugu taka, hvar føroysk olja skal flytast. ?Vit hava sera stóra orku og kunnu taka olju frá stórum fundum. Tað ber sjálvandi eisini til at byggja ein terminal í Føroyum og brúka hann umframt at brúka Sullom Voe. Tað veldst so eisini um, hvussu nógv olja verður funnin. Fara tit at byggja tykkara egna oljuterminal, so kunnu tit sjálvandi læra av okkum royndum, meg eg skal ikki dylja, at okkum hevði dámt best, at tit lótu alla oljuna til Sullom Voe, nú tá oljuhavnin liggur so stutt frá møguligum føroyskum oljufundum, og nú henda íløgan longu eru gjørd.
Sullom Voe er størsta oljuhavnin í Europa. Virksemi er munandi minni enn tað var í 80-árunum og kunnu teir taka ímóti 1 milliónum tonsum aftrat um dagin.
Gunther Newcombe sigur eisini, at hóast Sullom Voe eisini merkir minkininga í oljuframleiðsluni, so sær hann kortini stórar møguleikar, nú BP hevur gjørt av at byggja út risastóra Clairfeltið, sum goymir 2,5 milliardir tunnur av olju. Tann útbyggingarætlanin, sum er í gongd og sum er mett at kosta einar 7 milliardir krónur, fer bert at troyta 10% av samlaðu goymslunum í Clair, so tey á Sullom Voe hava bjartar vónir, hóast niðurgongdina í løtuni, tí ætlanin er eisini at fara undir útbygging 2 og 3 á Clair. Tað er longu løgd rørleiðing frá Clair til Sullom Voe, so Clair fer at fáa sera stóran týdning fyri oljuhavnina í Hetlandi.
Gunther Newcombe er sjálvur jarðfrøðingur og hevur arbeitt hjá BP. Hann hevur eitt nú arbeitt við Suilven feltinum, sum liggur beint við markið og sum er eitt lønandi fund. Tað krevur nakað av arbeiði enn fyrr enn avgjørt verður at fara undir eina útbygging.
Gunther Newcombe telist millum teirra, sum siga, at tað krevur tíð og tol til at finna olju í einum øki sum Atlantsmóti. Fyri tað um tú ikki hevur funnið nakað tey fyrstu árini, merkir ikki, at eingin olja er.