Far á skaðastovuna

Fólkaskaðarnir, ið kunnu standast av fýrverki, eru ikki at undirmeta. Eitt brandsár er ikki altíð so álvarsligt at síggja til, og ein hond kann síggja óskadd út eftir eina spreinging. Men ofta er skaðin størri enn hann sær út, og tí eiga fólk altíð at fara á skaðastovuna, um tey koma til skaða av fýrverki

 

Tað er eingin grund til at ræðast fýrverk, tí um rætt verður atborið, er lítil og eingin vandi fyri at nýggjársritualið við at heilsa nýggja árinum vælkomnum við krúti gerst annað enn ein góð uppliving.

Men hvørt ár um nýggjársleitið fáa skaðastovurnar í landinum vitjan av fólki, ið annaðhvørt hava verið óansin ella bara óheppin og hava fingið størri og smærri skaðar av fýrverki. Oftast er talan um fólk, ið hava fingið brandsár, men tað kemur eisini fyri at fólk fáa eygnaskaðar, hoyriskaðar ella hava meislað ella mist limir.


Fyribirg

Tað, sum eigur at liggja fremst í huganum í sambandi við skaðar av fýrverki nýggjársaftan er sjálvsagt fyribyrgingin av skaðum.

Oftast standast skaðarnir av heimagjørdum fýrverki, ið ofta er nógv sterkari enn tað, sum fæst til keyps, og sum av góðum grundum ikki er eins trygt at nýta. Her eiga fólk við einum lítlum kinesara í búkinum at hugsa um, at heimagjørt fýrverk ikki bert kann skaða tann, ið ger fýrverki, men eins væl kann meisla onnur fólk.

Full fólk og børn vísa seg at vera tey vanligastu offrini fyri fýrverksskaðum. Skaðar hjá børnunum kunnu fyribyrgjast við at greiða frá teimum frá vandunum, ikki lata tey í eldfim klæðir nýggjársaftan og keypa teimum verndarbrillur.


Tá skaðin er hendur

Men tá skaðin er hendur nyttar lítið at hugsað um hvat kundi og burdið verið gjørt. Vanliga er ikki talan um lívshóttandi skaðar, og tí er ikki orsøk at fara í panik. Bestu ráðini eru at koma undir læknahond sum skjótast.

Á skaðastovuni í Havn mæla tey fólki til at møta upp hjá teimum skjótast gjørligt.

? Er talan um brandsár eru bestu ráðini at køla sárið niður beinanvegin, og so koyra tann skadda á skaðastovuna. Tað er umráðandi at fólk ikki undirmeta eitt brandsár, tí hóast tað kanska ikki sær út av so nógvum í fyrsta umfari, so kann søgan væl vera ein onnur næsta morgun. Tí eru bestu ráðini at koma til okkum at fáa sárið kannað - eisini um tað kanska ikki sær so grefligt út, siga tey av skaðastovuni í Havn.

Um eitt fólk fær skaða í eyguni av fýrverki, eru bestu ráðini at halda seg frá at gera nakað sum helst við skaðan, men bara fáa tann skadda á skaðastovuna.


Hvat ger man við fingurin

Er man so óheppin at okkurt fýrverk brestir so ógvusliga í hondini, at fingrar ella pettir av fingrum skræðast av, ræður um at taka leysu kropspartarnar við sær á skaðastovuna.

? Í Føroyum eru avstandirnir til skaðastovur gjarna so stuttir, at tað ikki hevur tann stóra týdningin, hvussu avskræddir kropslimir verða handfarnir. Men hevur eitt fólk mist fingurin og tað gongur long tíð til tann skaddi kemur undir læknahond, eru bestu ráðini at køla tann mista fingurin. Hetta kann til dømis gerast við at leggja fingurin í ein plastposa og so leggja hendan í ein anna plastposa við køldum vatni. Er stutt á skaðastovuna er ikki neyðugt at køla tann mista fingurin, siga tey á skaðastovuni í Havn.

Tað er tó ikki altíð at tað sæst so væl á hondini, tá okkurt fýrverk er brostið í henni. Men hóast hondin er intakt og sær út til at vera óskødd, so kunnu skaðar væl vera hendir undir húðini.

? Er okkurt brostið í hondini kann tað ofta gera skaða á æðrar og nervar innan fyri húðina, og tí er altíð best at fáa hondina kannaða, um nakað slíkt er hent, eru ráðini av skaðastovuni.

Skaðastovan í Havn plagar ikki at vera øðrvísi mannað nýggjársaftan enn onnur kvøld. Skaðarnir av fýrverki plaga ikki at vera so øgiliga nógvir í tali, men stendur á, eru tilkallivaktir altíð til taks.