Fara aftur at seta integrasjónsprest

Sirið Stenberg, landsstýriskvinna í kirkjumálum, hevur sent biskupi skriv.

Sirið Stenberg, landsstýriskvinna í mentamálum

– Eitt hugaligt skriv, ið vísti tørvin á og týdningin av tænastu prestanna við atliti at teimum íbúgvum, sum hava annan uppruna enn føroyskan, sigur bispur við folkakirkjan.fo.

Landsstýriskvinnan vísti á, at tørvurin á hesi prestaligu tænastuni var og fór at vera stórur. Væntast kann at alt fleiri, ið ikki hava føroyskan uppruna, koma at seta búgv í Føroyum í styttri ella longri tíðarskeið.

Landsstýriskvinnan boðaði frá, at um kirkjan metti, at tíðin var búgvin til eitt  integrasjónsprestaembæti, vildi hon arbeiða við málinum.

– Hetta var eitt hugaligt skriv at lesa. Biskupur hevur boðað landsstýriskvinnuni frá, at kirkjan er sinnað at fara undir eina tilgongd, so vit vónandi hava prest á hesum týdningarmikla øki innan alt ov drúgva tíð, sigur hann.

Í tvey ár røkti Marjun Lómaklett hesa tænastuna sum eina royndarverkætlan. Royndartíðin staðfesti tørvin á tænastuni. Hetta var ein góð tíð til gleði fyri mong. Marjun Lómaklett legði úr hondum ein avbera góðan gerning við fakligum kunnleika og nærveru.

– Tað er gleðiligt, at fólkakirkjan fær enn eitt serprestaembæti sett á stovn. Farið verður undir tilgongdina at søkja eftir presti so skjótt, leisturin er funnin, og tey formligu loyvini eru komin uppá pláss, sigur Jógvan Fríðriksson, biskupur.

 

 

Sirið Stenberg, landsstýriskvinna í mentamálum