Akstovan í Havn. Í Grønlandi fara tey nú at skipa fyri, at bilar reglulliga verða sýnaðir. Tað hava teir ikki verið seinastu 24 árini

Fara aftur at sýna bilar í Grønlandi eftir 23 ár uttan sýn

Eingin bilur í Grønlandi hevur verið til sýn síðani 1999, men tað skal sambært grønlendska landsstýrinum nú broytast

Akstovan í Havn. Í Grønlandi fara tey nú at skipa fyri, at bilar reglulliga verða sýnaðir. Tað hava teir ikki verið seinastu 24 árini

Í Grønlandi hevur eingin bilur verið til sýn síðan i1999. Men tað verður nú eftir øllum at døma broytt.

Grønlendska landsstýrið ætlar, at regluligt sýn skal vera av bilum í landinum. Tað skrivar grønlendska blaðið Sermitsiaq.

Boðini koma eina viku eftir, at danska flutningsmálaráðfrúan Trine Bramsen vitjaði í Grønlandi. Undir vitjanini varð tosað um evnið við grønlendska landsstýrismannin við íbúðar- og samferðslumálum, Erik Jensen.

– Síðstu ferð, bilar vórðu sýnaðir í Grønlandi, var í 1999. Tað hava vit tosað um, og eg eri ógvuliga nøgdur við, at tað nú fer at henda nakað ítøkiligt á ferðsluøkinum, sigur Erik Jensen í tíðindaskrivi.

Tað hevur fleiri verið tosað um ynski frá myndugleikunum at seta í verk regluligt sýn av bilum.

Millum annað royndi Grønland í 2012 at fáa sett í verk skipan við sýni, sum vit kenna tað í Danmark, har góðkend verkstøð kunnu sýna bilar. Men tað riggaði ikki.

Í juni fanst politimeistarin í Grønlandi, Bjørn Tegner Bay, harðliga at ferðslulógini, sum hann segði var avoldað.

/ritzau/

 

 

Akstovan í Havn. Í Grønlandi fara tey nú at skipa fyri, at bilar reglulliga verða sýnaðir. Tað hava teir ikki verið seinastu 24 árini