Skráin fyri mentanardagar í Fuglafirði í ár er rættiliga rúgvusmikil, fjølbroytt og ikki minst forvitnislig. Tað verður týskvøldið, 30. august, at mentanardagarnir verða alment settir, og setanartiltakið verður í Miðnámi á Kambsdali klokkan 21.
Setanartiltakið varar ætlandi í ein tíma, og her fer Fuglafjarðar Hornorkestur at seta sín serstaka dám á.
Mentanarleiðarin hjá Fuglafjarðar kommunu, Rønn Eliasen, fer at halda røðu. Á setanartiltakinum fara umboð fyri LISA (Listafólkasamband Føroya), Guðrið Poulsen og umboð fyri vinnulívið, Elisabeth Eldevig, reiðari, at avdúka spennandi átak, har vinna og list møtast.
Við setanarløtuna fer Jógvan Joensen eisini at spæla og syngja.
Meðan mentanardagar eru í Fuglafirði, verður eisini stórt harmonikutreff við nógvum góðum tónleikakreftum, bæði føroyingum og útlendingum, og her eru tað Sólgerð Andreassen, forkvinna í Harmonikufelag Føroya og Menanarhúsið í Fuglafirði, sum skipa fyri.
Leygarmorgunin, 3. september frá klokkan 9-11, bjóðar Fuglafjarðar kommuna morgunmat í Mentanarhúsinum, og her eru øll hjartaliga vælkomin.