Fara at bjóða við NCC sum undirveitara

- Um arbeiðið at byggja Fámjinstunnilin fellir okkum í lut, verður tað NCC sum kemur at bora tunnilin, sigur stjórin í J&K Petersen.

 

Herfyri tók Landsverk avgerð um, at allar tær tríggjar fyritøkurnar, ið søktu um undangóðkenning at gera Fámjinstunnilin, fáa møguleika at bjóða upp á verkætlanina.

 

- Hetta er greitt, eftir at vit hava gjøgnumgingið umsóknirnar, sum komu inn og eftir, at fyritøkurnar eisini hava havt eina framløgu fyri dómsnevndini hjá Landsverki.

 

Fyritøkurnar, sum fáa møguleika at bjóða upp á Fámjinstunnilin, eru Articon, J&K Petersen og MT Højgaard, og sambært Landsverki fáa fyritøkurnar atgongd til sjálvt útbjóðingartilfarið fyrsta dagin.

 

- Væntandi verður klárt at gera sáttmála um arbeiðið fyrst í komandi ári og gongur arbeiði sum ætlað, verður tunnilin liðugur á sumri 2024, siga tey á Landsverki.

 

Steinolvur Petersen, stjóri í J&K Petersen, sigur, at nú fyritøkan hevur fingið sína undangóðkenning at bjóða, fer fyritøkan at bjóða upp á verkætlanina við NCC sum undirveitara.

 

- Um arbeiðið fellir okkum í lut, verður tað NCC sum kemur at bora tunnilin, sigur hann.

 

Stjórin vísir á, at J&K Petersen hevur havt eitt sera gott samstarv við NCC í samband við bygging av undirsjóvartunlunum, og hetta samstarv røkkur heilt aftur til byggingina av Vágatunlinum, sum varð liðugur og tikin í nýtslu í 2002.

 

- Tá bygdu vit vegirnar bæði á Vágalandinum og í Leynum og við Norðoyatunlinum, sum varð liðugur í 2006, bygdu vit vegin í Klaksvík og gjørdu grótlaðingina í Leirvík.

 

Steinolvur Petersen leggur aftrat, at nú Sandoyartunnilin skjótt verður liðugt boraður, kann útgerðin hjá NCC flytast til Suðuroyar, um so verður, at byggingin av Fámjinstunlinum fellir J&K Petersen í lut.

 

##med2##

 

- Fellir arbeiðið okkum í lut, verður tað NCC sum kemur at bora Fámjinstunnilin, sigur Steinolvur Petersen.