Fara at brúka nýggjar lógir í flogbóltskapping

Flogbóltur: Nýggjar altjóða flogbóltslógir verða tiknir í brúk, tá FK-kappingin verður um vikuskiftið

FLOGBÓLTUR: Komandi vikuskiftið verður flogbóltskapping fyri tær eldru deildirnar. Tað er Fleyr sum skipar fyri kappingini, ið nevnist FK-kappingin, og sum hevur 10 ár á baki.

Spælarar í meistaradeildunum hjá monnum og kvinnum sleppa í hesi kapping at spæla eftir nýggjum altjóða lógum, sum hava sett rættiliga ferð á flogbóltsspælið aðrastaðni.

Størsta broytingin við spælinum eftir nýggju lógunum er, at spælast skal ikki um servuna. Hvør einasti bólturin telur, og tað ger, at liðini kunnu ikki taka sær av løttum.

Spælt verður í tveimum hálvleikum, og ístaðinfyri at spæla upp í 15, sum hevur verið vanligt, verður nú spælt upp í 21, ella til í minsta lagi tvey stig eru á muni. Vinna liðini hvør sín hálvleik, verður eitt tie-break-sett, tey kalla, spælt, og har verður spælt uppí 7, ella til í minsta lagi tvey stig eru á muni

Ein steðgur uppá tríggjar minuttir eru ímillum tvey tey fyrstu settini, og tá skulu liðini skifta síðu. Er neyðugt við einum triðja settið, er ein steðgur uppá ein minutt áðrenn, og tá skulu liðini ikki skifta síðu.

Í 1. og 2. setti er tekniskt timeout uppá ein minutt, tá fyrsta liðið hevur fingið 10 stig, og eitt timeout uppá hálvan minutt at brúka eftir egnum ynski. Í tie-break-settinum havaliðini eitt timeout uppá hálvan minutt í part.

Tað er bara í meistaradeildunum, at hesar lógirnar verða brúktar, meðan hini liðini spæla eftir vanligu lógunum.

54 lið hava meldað seg til FK-kappingina, og í meistaradeildini er talan um 10 lið, fimm hjá monnum og fimm hjá kvinnum. Fimm lið verða við í 1. deild hjá monnum og 16 í 2. deild hjá monnum. Fýra eru við í 1. deild hjá kvinnum og 19 í 2. deild hjá kvinnum.