Fyri nøkrum árum síðan varð nýggjur barnagarður bygdur niðan fyri gamla B68-húsið á Toftum, og her er pláss fyri umleið 85 barnagarðsbørnum. Kommunan eigur gamla B68-húsið, og nýggi barnagarðurin er líka sum bygdur uppí húsið.
- Niðara hæddin í nýggja barnagarðinum er umleið 350 fermetrar, og hesin partur hevur staðið óinnrættaður. Nú fara vit at innrætta hesa niðaru hæddina til vøggustovu, og ætlanin er, at arbeiðið skal byrja í heyst.
Jóhannus Danielsen vísir á, at tríggjar stovur verða í niðaru hæddini við plássi fyri 36 vøggustovubørnum. Tá hetta arbeiðið verður liðugt eftir einum ári ella so, fer samlaði stovnurin við vøggustovu og barnagarði at rúma 120 børnum. Haraftrat eru eini 35-40 børn, sum ganga í frítíðarskúla, ið liggur skamt við barnagarðin.
- Tá vøggustovan verður liðug, fara vit ikki at hava dagrøkt í kommununi meira. Í dag hava vit níggju dagrøktarmammur, sum hava fýra børn í part.
Hann sigur, at næsta ár, tá vøggustovan verður liðug, verða 30 ár liðin, síðan kommunan fór undir dagrøkt. Í fleiri ár vóru nógv børn í dagrøkt, tí tá var eingin barnagarður.
- Nú gleða vit okkum nógv til at fáa savnað øll børnini úr 0 (null) árum og upp til 1. og 2. flokk undir góðum umstøðum í náttúruvøkrum øki, sum liggur beint upp at gamla fótbóltsvøllinum, ið eisini hevur rennibreyt og nógvar ymiskar aktivitetsmøguleikar - eisini fyri børnini, sigur borgarstjórin.