Fara at endurstovna Stranda Sjónleikarafelag

Lýst verður við fundi at endurstovna Stranda Sjónleikarafelag

Fyri at fyrireika endurstovnanina, varð skipað fyri fundi 23. november í Bygdarhúsinum. Har bleiv kunnað um ætlanina at blása lív í Stranda Sjónleikarafelag.

 

Til kunnandi fundin møttu væl av fólki, og huglagið at fáa lív í sjónleikaravirksemið var avgjørt til staðar. Tí varð gjørt av at kalla inn til fund at endurstovna felagið skjótast gjørligt, soleiðis at nevnd verður mannað og farast kann í gongd við at endurbyggja felagið.

 

Á fundinum luttóku eisini Noomi Reinert og Arnfinnur Nesá, nevndarforkvinna og nevndarlimur í MÁF. Tey bæði eru eisini virkin í sjónleikaravirkseminum í Losjuni í Gøtu, og tey greiddu frá MÁF (Meginfelag Áhugaleikara Føroya) og royndum teirra innan sjónleik.

 

Stigtakararnir vóna at undirtøkan eisini verður góð til stovnandi fundin sum verður týskvøldið 5. desember í bygdahúsinum á Strondum kl. 20.

 

##med2##

 

##med3##

 

##med4##