Fara at flúgva einaferð um dagin

Michael Hansen, søluleiðari á SAS, og Kenneth Christiansen, marknaðarleiðari, hava í dag havt tíðindafund um nýggju rutuna millum Vágar og Keypmannahavn, ið byrjar 26. mars 2017.

 

At byrja við verður tað ein túrur um dagin, tur/retur.

Mánadag-Hósdag:                10:15 úr Keypmannahavn og 12:10 úr Vágum
Fríggjadag:                          09:35 úr Keypmannahavn og 11:30 úr Vágum
Leygardag:                          16:45 úr Keypmannahavn og 18:40 úr Vágum
Sunnudag:                          09:15 úr Keypmannahavn og 11:10 úr Vágum                                     

 

Michael Hansen sigur orsøkina til at SAS nú kemur á føroyarutuna, er stóri vøksturin í ferðafólkatalið, ið koma um Vága Floghavn. Tí meta teir, at tað nú er grundarlag fyri tveimum feløgum.

 

Kitty May Ellefsen, nevndarforkvinna á Vága Floghavn sigur, at síðan flogvøllurin er longdur hava tey gjørt nógv fyri at marknaðarføra Føroyar sum áhugavert land at flúgva til og frá. Tað hava eisini nógv feløg víst áhuga, men hetta hevur verið tað mest ítøkiliga og bleiv so til endans veruleiki.