Fara at gera stórt parkeringshús mitt í Havnini

Tað eru privatfólk sum byggja og umsitingin í býráðnum tekur undir við ætlanini, men nú skal so býráðið taka støðu til ætlanina

Mangandi parkeringspláss er ein stórur trupulleiki í Havn og tað førir til nógvar bøtur

Privatfólk hava nú í umbúna at gera eitt stórt parkeringshús mitt í Havnini. Talan verður um eina serstaka bygging, tí endamálið er at gera eitt parkeringshús í trimum hæddum, ella seks forskotum hæddum. Har verður pláss fyri 150 bilum, men á takinum á parkeringshúsinum er ætlanin eisini at gera átta íbúðir.

 

Talan er um eina ætlan, sum føroyski ríkmaðurin í Danmark, Gullak Madsen, stendur aftan fyri og parkeringshúsið, og íbúðirnar, verða bygdar á einum øki eitt felag hjá honum eigur mitt í Havnini. Økið liggur ímillum Bøkjarabrekku sunnanfyri og Kongagøtu norðanfyri. Eystanfyri er Tinghúsvegurin og vestanfyri er Niels Finsens gøta. Inn- og útkoyring verða av Kongagøtu.

 

Umsitingin í býráðnum tekur undir við ætlanini, men treytin er, at avtala fæst við grannarnar, tí byggingin kemur inn á mark hjá teimum, ella kemur inn á ognir teirra. Fæst eingin avtala við grannarnar, má ætlanin minkast, sigur umsitingin, og nú skal býráðið so eisini taka støðu, men tað verður neyðugt at broyta byggisamtyktina.

 

Í hesum føri er talan um eitt parkeringshús, sum stórur tørvur er á í býnum og sum ikki hevur somu ávirkan á býin, sum onnur bygging, sigur umsitingin hjá býráðnum. Eitt nú hevur bygningurin ikki tørv á fríøki rundan um, og ein tílíkur bygningur setur ikki stórvegis krøv til tekniskar leiðingar, sigur umsitingin í býráðnum. Tí verður mett, at í hesum føri er tað ráðiligt at gera eina serliga byggisamtykt fyri økið ið loyvir bygging ið er størri enn loyvt er í vanligu byggisamtyktini, heldur umsitingin í Tórshavnar Býráð.

 

Mangandi parkeringspláss er ein stórur trupulleiki í Havn og tað førir til nógvar bøtur

Tað er á hesum plássinum, mitt í Havnini, at nýggja parkeringshúsið, og íbúðarbygningurin, skal byggjast.