Starvssetan
? Hetta er sjálvsagt eitt mál, sum vit fara at kanna nærri.
Høgni Hoydal, formaður tjóðveldisfloksins undrast á mannagongdina, nú Jógvan á Lakjuni hevur sett Hans Johannus á Brúgv í starvið sum skúlastjóri fyri sjómannaskúlan og maskinskúlan.
Eitt er í hvussu so er heilt greitt: Seinasta orðið er ikki sagt í tí málinum enn.
Tað eru annars Tórbjørn Jacobsen og Heidi Petersen, sum eru talsfólk fyri tjóðveldisflokkin í slíkum málum, men hvørgin teirra hevur verið at hitta.
Sjálvur kennir Høgni Hoydal ikki nógv til málið, men hann sigur, at sjálvandi fer flokkurin at kanna starvssetanina nærri.
Hann hevur hug at samanbera hesa starvssetanina saman við málið, tá ið Annlis Bjarkhamar setti Steffen Stumman Hansen til landsfornfrøðing, hóast setanarnevndin metti, at Símun Arge var best skikkaður.
Annlis Bjarkhamar legði dent á nøkur onnur viðurskifti enn setanarnevndin gjørdi og tað var orsøkin til, at hon gekk upp á tvørs av setanarnevndini.
? Í tí málinum staðfesti Løgtingsins umboðsmaður, at hon hevði onki skeivt gjørt. Kortini mátti hon leggja frá sær.
Høgni Hoydal sigur, at uttan at hann kennir hetta málið út í æsir, tykist tað sum um at nú hevur Jógvan á Lakjuni gjørt akkurát tað sama. Og tí er tað eitt mál, sum má kannast.
? Hetta er eitt rættiliga prinsipielt mál: Teir flokkar, sum nú eru í samgongu, gjørdu rættiliga nógv burturúr málinum um fornfrøðingin og tað endaði við at løgmaður sum var, koyrdi landsstýriskvinnuna frá, væl stuðlaður av javnaða rflokkinum.
? Tað ljóðar sum at tað kunnu dragast neyvar samanberingar imillum hetta málið og málið um fornfrøðingin og tað vilja vit hava greiði á.
Høgni Hoydal sigur, at hann vil hava at vita um um tað eru aðrar treytir galdandi fyri landsstýrisfólk hjá tjóðveldisflokkinum enn fyri onnur landsstýrisfólk.
? Tá ið fornfrøðingurin var fyri, gjørdi bæði fólkaflokkurin og javnaðarflokkurin rættiliganógv burturúr og skuldsetti landsstýriskvinnuna fyri at hava brotið starvsfólkapolitikkin, tí at hon ikki hevði fylgt setanarnevndini.
? Tí virkar tað ómetaliga løgið, at bara tað nú er í lagið, at ein landsstýrismaður kann gera tað sama, uttan at tað fær avleiðingar, sigur Høgni Hoydal
Hann sigur, at ein møguleiki er, at tjóðveldisflokkurin fer at seta ein skrivligan fyrispurning fram í tinginum um málið.