Fara at rógva runt um Sjælland

Róðrarfelagið Neystið í Ishøj í Danmark fer á páskum at rógva runt um oynna Sjølland við gamla Argjabátinum

Randi Jacobsen

Tað eru neyvan øll, sum vita, at í Danmark eru fýra føroysk róðrarfelag.
Eitt teirra er róðrarfelagið Neystið í Ishøj.
Hetta felag hevur fingið tað hugskot at rógva runt um Sjælland á páskum.
? Eg eri sjálvur av Argjum, og eg visti, at Argja Róðrarfelag hevur varðveitt gamla áttamannafarið, sum vann so nógvar sigrar. Tí bóðu vit um at sleppa at læna bátin, sigur Henrik Jensen, fyriskipari.
Tað hevur ikki staðið á at fáa rógvarar. Onkrir koma úr Føroyum til Danmarkar fyri at rógva, og allir venja nógv nú, tí tað verður ein harður túrur. Tveir danir við tilknýti til føroyingar verða við á ferðini. Manningarnar fara at hava skiftivakt 3. hvønn tíma.
Teir hava sett sær fyri at leggja frá landi í Ishøj 4. apríl á midnátt og at rógva teinin upp á 60 tímar.
Tvær manningar verða, og so verður onkrir avloysarar aftrat umborð á fylgibátinum, um onkur rógvari skuldi legst fyri ella verður sjúkur.
Umborð á fylgibátinum verða eisini fólk til at gera mat, og frívaktin skal sova umborð á tí bátinum.
Henrik Jensen sigur, at teir gleða seg til ferðina, og hevur ferðin áhuga millum føroyingar fer at bera til at fylgja við á heimasíðuni hjá Neystinum. Síðan fer at verða dagførd 3. hvønn tíma. Heimasíðan eitur neystid.dk
Ferðin verður gjørd í sambandi við, at Neystið er 25 ár í ár.