Aftur í ár fara tey at renna jólini inn í Suðurstreymoy. Tað gera tey við at renna til allar tær 10 kirkjurnar í Suðurstreymoy jólaaftan.
Øll eru vælkomin og rennararnir møta við húsið hjá Bragdinum jólaaftansmorgun klokkan 10.30.
Síðani renna tey til:
1.Nýggju katólsku kirkjuni
2.Gomlu katólsku kirkjuni
3.Argja kirkju
4.Kirkjubøar kirkju
5.Múrin
6.Toftirnar av Mariu kirkjuni
7.Vesturkirkjuna
8.Havnar kirkju
9.Adventistakirkjuni
10.Hoyvíkar kirkju
Men fyrireikarnir leggja dent á, at tað ber væl til at klippa av túrinum og bara taka nakrar kirkjur, kanska bara tær í Havn. Tað ber eisini til at fáa sær ein gongutúr til nakrar kirkjur í Havn
Annars frá luttakararnir saft og vatn í Kirkjubø og í Bragdar-húsinum eftir túrin.
Fyrstu ferð, skipað var fyri hesum tiltakinum, var i 2005 og tá var bara ein rennari. Men árið eftir møttu sjey fólk upp. Tvey av teimum runnu til allar 10 kirkjurnar í Suðurstreymoy, tvey fólk runnu til kirkjurnar í Havn og tvey gingu til kirkjurnar i Havn.