Fara at revsa sáttmálabrot

- Vit fáa stuðul frá fakfeløgum á landi, um sáttmálabrot verða framd. Tað merkir, at alt virksemi hjá reiðara, sum ikki heldur sáttmálan, verður rakt, bæði á landi og sjógvi, siga feløgini

Manningarfeløgini, Føroya Skipara-og Navigatørfelag, Maskinmeistarafelagið og Føroya Fiskimannafelag, vísa nú á, at lógin um makrelfiskiskap fyri 2012, ið nevnir hýrusáttmála, broytir ikki rættarstøðuna millum manningarfeløgini og reiðarar.
- Tí kunnu fiskimenn einans mynstra eftir sáttmálanum, sum er galdandi á føroyska arbeiðsmarknaðinum nú. Um reiðari kemur við ólógligum sáttmála, eigur manningin at vísa til manningarfeløgini.
Lagt verður aftrat, at um reiðari, sum hevur sáttmála við manningarfeløgini, ikki heldur sáttmálan, verður hann stevndur fyri Fasta Gerðarrættin.

Faklig tiltøk
- Um reiðari sigur seg ikki vera fevndan av nøkrum sáttmála og harvið roynir at sleppa undan sáttmálanum, verða faklig tiltøk sett í verk.
Feløgini leggja aftrat, at tey fáa stuðul frá fakfeløgum á landi, so alt virksemi hjá viðkomandi reiðara, sum ikki heldur sáttmálan, verður rakt, bæði á landi og sjógvi.