Nú Magnus Heinasen aftur ger royndir á Føroyabanka og kemur at hava nakrar prýðiligar toskar heim við til matstovuna Barbaru í Gongini, er ætlanin, at teir báðir, Ingvar Joensen og Ólavur Sjúrðarberg, mikumorgunin í hesi vikuni fara at skera fiskarnar uttan fyri Áarstovu í Havn.
Um hesa tíðina í fjør, tá Magnus Heinasen kom aftur av vártúrinum á Føroyabanka, høvdu teir einar 30 stórar toskar, umframt nakað av hýsu, upsa og høgguslokki við sær. Hóast hetta var lítil veiða eftir royndina á Bankanum, kom hon væl við hjá matstovuni Barbaru í Gongini, sum borðreiddi í fjør heyst við saltaðum føroyabankatoski.
Ingvar Joensen og Ólavur Sjúrðarberg eru báðir royndir í leikum við knívinum, og tað krevur sín mann at avhøvda og skera hesar stóru og feitu fiskar, har teir størstu vanliga viga eini 20-30 pund hvør.
Um alt gongur, sum ætlað, verður veiðan hjá Magnusi Heinasyni skorin uttan fyri Áarstovu mikumorgunin klokkan 10. Spenningurin er um, hvussu veiðan hjá havrannsóknarskipinum man fara at roynast í ár, nú hesin túrurin verður gjørdur, men sum skilst, verður talið av fiskum, sum leirvíkingarnir fara at skera, umleið tað sama sum í fjør.
- Aftur í ár verður tað matstovan Barbara, sum fer at borðreiða við Føroyabankatoski, og nærri verður at frætta seinni, hvussu tilreiðingin hesaferð verður. Føroyabankatoskurin er krúnjuvelurin hjá Føroyum innan fiskatilfeingi. Hann er eisini ein partur av okkara samleika, og stórur áhugi er fyri toskakvøldunum á Barbaru, sigur íbirtarin, Johan Mortensen.