Fara at skerja verkfalsrættin í allar ævir

Í heyst fer Helgi Abrahamsen at leggja eina bumbu afturat undir fakfeløgini

Tey veikastu í samfelagnum skulu ongantíð aftur verða brúkt sum trumfur í einum verkfalli. Tað sigur Helgi Abrahamsen, landsstýrismaður í arbeiðsmarknaðarmálum. Hann sigur, at í heyst fer hann sostatt at leggja uppskot fyri Løgtingið um at seta mark fyri, hvussu umfatandi eitt verkfall kann verða sum heild

 

Í gjár legði hann uppskot fyri Løgtingið um at skerja verkfalsrættin hjá Pedagogfelagnum í sambandi við verkfallið, sum nú er, men í heyst fer hann eisini at leggja uppskot fyri Løgtingið sum fer at skerja verkfalsrættin í alla framtíð

 

Eftir uppskotinum, sum nú er lagt fyri Løgtingið fær Almannaverkið rætt til at gera av, hvørji undantøk skulu gerast frá verkfallinum fyri at tryggja, at stovnar undir Almannaverkinum hava nokk pedagogum til at tryggja brúkarunum eina forsvarliga tænastu, og so at lív og heilsa ikki verður sett í vanda.

 

Eru pedagogarnir ósamdir, kunnu teir leggja málið fyri eina nevnd við einum umboði fyri Almannaverkið, einum umboði fyri Pedagogfelagið og einum umboði fyri Deildina fyri Arbeiðs- og Almannaheilsu, sum er formaður. Verður nevndin ikki samd, verður tað formaðurin, sum tekur endaligu avgerðina.

 

Helgi Abrahamsen sigur, at hetta uppskotið, sum nú er í Løgtinginum verður bara galdandi fyri hetta verkfallið, sum nú er. Men hann leggur afturat, at í heyst fer hann at leggja uppskot fyri Løgtingið um at gera hetta til eina varandi loysn. Hann sigur, at ein roynd er gjørd at fáa eina slíka skipan í Føroyum, men tað vildu fakfeløgini ikki vita av og tí fer hann at leggja uppskot fyri Løgtingið um tað.

 

Hann sigur, at sum tað sær út nú, fer uppskotið, hann fer at leggja fyri Løgtingið í heyst, at líkjast uppskotinum, sum nú liggur í Løgtinginum. Men hann leggur afturat, at hevði tað borið til at fingið samstarv við fakfeløgini um hetta, hevði tað verið tað allarbesta og so kunnu tey eisini fáa ávirkan á, hvussu ein slík skipan skal síggja út.

 

Helgi Abrahamsen sigur, at í okkara grannalondum hava partarnir á arbeiðsmarknaðinum gjørt avtalur um skipanir, sum skulu tryggja, at lív og heilsa hjá borgarum ikki eru í váða, tá arbeiðssteðgur er. Tað hava partarnir á føroyska arbeiðsmarknaðinum ikki gjørt og tí síggja vit, at í ávísum førum kunnu verkføll føra til, at lív og heilsa hjá fólki verður sett í váða, sigur hann. Men Helgi Abrahamsen sigur, at støðan er ikki nøktandi og tað kann ikki halda fram, at tey veikastu í samfelagnum verða brúkt sum trumfur í einum verkfalli.

 

­Landsstýrismaðurin sigur, at lógaruppskotið, ið nú er lagt fyri Løgtingið, er ein greið ábending um, at verandi skipan á arbeiðsmarknaðinum er ikki nøktandi, tá ið tað verður farið so harðliga fram, at vandi er fyri lívi og heilsu hjá ávísum borgarum, longu frá fyrsta degi í einum arbeiðssteðgi. Tað kunnu vit ikki góðtaka, sigur Helgi Abrahamsen. Hann sigur, at hann skilur væl fakfeløgini, at tey vilja hava hendan møguleikan, men hann heldur ikki at vit kunnu liva við tí, sum nú fer fram og tí verður uppskot um hetta lagt fyri Løgtingið í heyst.