Fara at spyrja um málið

Formaðurin fyri Kringvarpsstýrið hevur ikki aðrar viðmerkingar, enn at málið um undirhaldssendingina verður tikið upp á fyrstkomandi fundi.

Formaðurin fyri Kringvarpsstýrið hevur ikki aðrar viðmerkingar, enn at málið um undirhaldssendingina verður tikið upp á fyrstkomandi fundi.

 

- Tað var nakað av rumbli um sendingina í fjør eisini, men tað stutta av tí langa er, at føroyingar fáa eina fína undirhaldssending á nýggjárinum, sigur Rúni Heinesen.

 

Hann vil ikki fyrihalda seg til tann veruleikan, at Kringvarpið ikki hevur hildið seg til ásetingarnar í rundskrivinum hjá Fíggjarmálaráðnum ið siga, at er upphæddin oman fyri 50.000 krónur, skal tænastan bjóðast út til minst tveir veitarar.

 

- Dia Midjord hevur víst á, at eingin áhugi er hjá øðrum at veita tilfar til undirhaldssendingina, sigur Rúni Heinesen.

 

Men tað kann Dia Midjord jú ikki vita, tí hann hevur ikki boðið sendingina út.

 

- Hetta er so eitt mál, ið vit fara at taka upp á komandi stýrisfundi, sum verður í januar mánað, sigur Rúni Heinesen, ið altso ikki metir málið álvarsamari enn so.