Fara at útstykkja ídnaðarøki á Borðoyarvík

Sunnanst við bátahylin á Borðoyarvík er útstykkjað nýtt ídnaðarøkið - undir Hamri, kallað. Í hesum sambandi varð sáttmáli í gjár undirskrivaður um arbeiðstøkuna við J & K Petersen. Stein Olvur Petersen, stjóri skrivaði undir vegna J & K Petersen, og hinumegin borðið sat Jógvan Skorheim, borgarstjóri, sum skrivaði undir vegna Klaksvíkar býráð.

Tummas Lervig, formaður fyri Havna- og vinnunevndina, sum hevur havt málið til viðgerðar í Havna- og vinnunevndina var sjálvsagt fegin um, at verkætlanin nú fer í gongd, soleiðis at kommunan fær skapt vinnuni enn betri karmar.

Arbeiðið varð boðið út í fjør og var tað J & K Petersen, sum vann í útbjóðingina - at byggibúgva teir 15.000 fermetrarnar til endamálið. Talan verður um nógv spreingiarbeiði, og eisini at skipa kringsumstøðurnar við m.a. bátahylin, ljós-, parkerings- og ferðsluviðurskifti til økið.

- Vit frøðast um, at arbeiðið nú fer í gongd, tí tað er neyðugt, at vit sum kommuna útvega fleiri ídnaðarøki til býin”, sigur Tummas Lervig. Hann leggur afturat, at fleiri aktørar hava víst økinum áhuga, men at enn er møguleiki hjá øðrum at bjóða seg fram.

Arbeiðið, sum J & K Petersen skal gera, kostar 24 mil – Tað verður byrjað hálvan august 2019 og skal standa liðugt í seinasta lagi hálvan august 2020.

(Myndir og kelda: Klaksvíkar kommuna)