Randi Jacobsen
Talið av arbeiðsleysum fólkum er minkað seinastu tvey árini. Í november var tað komið niður á 1234 fólk, sum als einki arbeiði hava.
Hesi fólk eru antin í ALS, ella tey fáa forsorgarhjálp.
Tølini vísa, at serliga í Suðuroynni er arbeiðsloysið minkað, og tað hevur samband við, at virkið Varðin Pelagic á Tvøroyri fór í gongd.
Men minkandi arbeiðsloysið merkir ikki eintýðugt, at samsvarandi tal av fólki er komið í arbeiði.
Hagstova Føroya hevur ikki møguleika at kanna, hvagar fólkini fara, tá ið tey fara út úr ALS.
Einki er at ivast í, at samband er millum minkandi arbeiðsloysi og fráflytingina, tí fráflytingin hevur verið stór seinastu árini.
Í fjør og í ár eru umleið 720 fólk flutt av landinum.
Fyrr var vanligt, at nógv, sum høvdu tikið prógv frá miðnámsskúla, arbeiddu í eitt ár ella tvey ár, áðrenn tey fóru burtur at fáa sær hægri útbúgving.
- So er ikki longur. Vit vita, at nú fara tey flestu beint eftir skúlan av landinum, sigur Eyðfinnur Finnsson á hagdeildini á Hagstovu Føroya.
Umfram tey fulltíðararbeiðsleysu fólkini er eisini ein hópur, sum bara hevur arbeiði nakrar tímar um vikuna.
Eingi hagtøl eru fyri, hvussu nógv ung arbeiðsleys fólk, sum ikki kunnu fáa frá ALS, búgva heima hjá foreldrunum. Heldur ikki, hvussu nógv fólk ongan stuðul fáa, tí makin hevur inntøku.