Fara helst at halda festivalar í summar kortini

Landsstýrið og Farsóttarnevndin eru ósamd um, hvussu skjótt latast skal uppaftur

Hóast tilmælið um at ikki fleiri enn 500 fólk kunnu savnast til almenn tiltøk, so er nógv sum bendir á, at hetta verður broytt aftur.

 

Politiski myndugleikin vil fegin lata nógv meira upp, enn tað sum løgmaður mælti til á tíðindafundinum í dag. Tað merkir, at semja ikki er millum tað, sum sum Farsóttarnevndin mælir til, og tað sum politiski myndugleikin vil. Tí politiski myndugleikin hevði viljað latið meira upp, soleiðis at til bar at halda festivalarnar í summar.

 

Sum in.fo skilir, so vil landsstýrið ikki ganga ímóti farstóttarnevndini, sum grundgevur við, at festivalar upp á strípu verða avlýstir uttanlands. Og ímynda vit okkum, at festivalarnir verða hildnir í Føroyum, so kann hugsast, at nógv fólk koma uttanifrá til Føroya á festivalar.

 

Michael Boolsen, fúti og formaður í farsóttarnevndini, segði á tíðindafundinum, at farsóttarnevndin av góðum grundum er meira afturhaldandi í hesum máli.

 

Sum skilst verður eisini roknað við, at koppsetingin fer at ganga nógv skjótari, enn tíðarætlaninin vísir, sjálvt um Bjarni á Steig, læknafrøðiligur ráðgevi hjá landsstýrinum, á tíðindafundinum segði, at øll verða liðugt koppsett í august.

 

Bara næstu tvær vikurnar koma 13.000 skamtir av koppingerevni, og roknað verður við, at næstu veitingarnar eisini verða størri. Tí kann væl hugsast, at vit eru næstan á mál við koppsetingini longu áðrenn julimánaði kemur.