Fara helst at koppseta ávísar føroyingar fyri apukoppar

Tað er nokk bara ein spurningur um tíð, áðrenn apukoppar verða staðfestir í Føroyum, heldur landslæknin

Í næstum fara myndugleikarnir helst at bjóða ávísum samfelagsbólkum í Føroyum at verða koppsettir fyri apukoppum. Tað sigur Lars Fodgaard Møller, landslækni.

 

Í Danmark eru tey nú farin at bjóða ávísum samfelagsbólkum at verða koppsettir fyri apukoppum. Nú um vikuskiftið verður Pride-skrúðgonga í Keypmannahavn og myndugleikarnir har stúra fyri fleiri tilburðum av apukoppum í kjalarvørrinum á tí.

 

Fyrstu sjúkurteknini upp á apukottar eru skjálvti, høvuðpína, vøddapína og møði. Ofta eru eitlarnir eisini hovnaðir. Síðani síggjast smáar bløðrur ið minna sum skáldkoppar, tær kunnu verða allastaðni á kroppinum, eisini í munninum, men serliga kunnu tær vera rundanum um kynsgøgnini og baktarmin.

 

Tey, sum hava sjúkutekin kunnu smitta onnur og øll kunnu verða smittað. Sjúkan varar í tvær til fýra vikur og oftast gongur tað yvir av sær sjálvum. Men summi hava nógva pínu og tað er ikki óvanligt at fáa arr á húðina har bløðrurnar hava verið.

 

Í løtuni eru tað menn, sum hava sex við ymsum monnum, sum eru í serligum vanda fyri at fáa apukoppar, og tað er eisini hesin samfelagsbólkurin, sum fær tilboðið um koppseting í Danmark. Men fólk, sum hava tætt samband við sjúklingar, kunnu eisini verða smittað, tað kunnu vera húsfólk hjá tí sjúka, og heilsustarvsfólk. Koppsetingin er tvær sproytur, har tað skal minst vera ein mánaði ímillum báðar sproyturnar, men longu eftir ta fyrstu sproytuna, eru fólk væl vard.

 

Heilsumyndugleikarnir mæla til, at tey, sum fáa apukoppar, fara í sóttarhald í tríggjar vikur.

 

Landslæknin sigur, at enn eru apukoppar ikki staðfestir í Føroyum, men hann væntar, at tað er bara ein spurningur um tíð áðrenn tað eisini kemur hendavegin, tí tað breiðir seg lutfalsliga skjótt í løtuni.

 

Og hann sigur, at nú myndugleikarnir í Danmark mæla til at bjóða ávísum samfelagsbólkum at verða koppsettir, fer koppsetingarnevndin hjá føroysku myndugleikunum at hava fund um málið beinanvegin, og í Føroyum plaga vit at fylgja mannagongdini hjá donskum myndugleikunum.

 

Hann sigur, at tað hevur verið ringt at fáa fatur á koppingarevni og myndugleikarnir í Føroyum hava tryggjað sær koppsetingarevni, tá ið tað verður brúk fyri tí.