Fara hvør til sítt í Sarpugerði

Í Víkingi hava tey gjørt av at gevast við samstarvinum um felags kvinnulið við ÍF og B68

Tað verður einki ÍVB lið í kvinnukappingini í 2021. Í kvøld boðar Víkingur frá, at tey í Sarpugerði hava gjørt av at siga upp samstarvið, sum tey hava havt um felags kvinnulið við ÍF og B68.

Víkingur skrivar soleiðis í kvøld í fráboðan:

Víkingur hevur uppsagt samstarvsavtaluna við ÍF og B68 á kvinnusíðuni. Víkingur hevur verið saman við ÍF síðani 2014 og við B68 síðani 2019.

Tað er eingin loyna, at vit sum felag hava ynskt at hava okkara egna kvinnulið, men at finna ta røttu løtuna er torført. Nú eru vit komin hartil, at vit halda, at rætta løtan er komin. Vit ynskja at takka ÍF og B68 fyri samstarvið og ynskja teimum blíðan byr í framtíðini.

Vit fara sum felag at hyggja frameftir og fara at leggja dent á menningina av gentu- og kvinnusíðuni hjá Víkingi; hetta fara vit at kunna tykkum um leypandi á hesi síðuni, sigur Víkingur.