Fara í kirkju aftur í morgin

Í morgin 30. mai, tríeindardag, verður farið í kirkju aftur kring landið.

Hesum boðar Jógvan Fríðriksson, bispur, frá.

 

– Í samráð við læknafrøðiligan myndugleika verður boðað frá, at gudstænastan komandi sunnudag, t.e. tríeindardag 30. mai 2021, verður sum ætlað.

 

Í hesum sambandi verður víst til tað seinasta tilmælið, ið er dagfest 16. apríl 2021, skrivar bispur.

 

Eftir smittuútbrotið í síðstuviku varð avgjørt at avlýsa allar gudstænastu kring landið, eins og fótbóltur og onnur tiltøk eisini vórðu avlýst.

 

Í løtuni eru 37 fólk í Føroyum smittað. Myndugleikarnir siga seg hava tamarhald á støðuni og kenna smittukeldurnar. Tilburðirnir, sum eru komnir afturat seinastu dagarnar, eru úr somu smittukeldu.

 

Gudstænastur sunnudagur 30. mai 2021:

 

Argja kirkja kl. 11.00: Derhard Jógvansson. Sunnudagsskúli er undir gudstænastuni. Kirkjukaffi verður eftir gudstænastuna.

 

Christianskirkjan kl.11.00, Øssur Kjølbro altargongd

 

Elduvíkar kirkja, kl.11.00, lestur

 

Fuglafjarðar kirkja, kl.11, altargongd. Gerhard Jónsson Mikkelsen, Barnakirkja samstundis.

 

Havnar kirkja, kl. 11.00, Theodor E.D.Olsen sóknarprestur

 

Bønhúsið á Hellunum, kl.11.00, lestur

 

Hests kirkja kl. 11.00: Bergur Debes Joensen. Altargongd.

 

Hoyvíkar kirkja kl. 11.00, Jógvan Fríðriksson, biskupu

 

Hvannasunds kirkja kl.12.00, Hanus á Gørðum

 

Kollafjarðar kirkja, kl. 11.00, gudstænasta við Mariu Jørðdal Niclasen, presti

 

Kvívíkar kirkja, kl 12.00, gudstænasta við Thorben Johannesen, presti

 

Leirvíkar kirkja, kl.11.00, lestur

 

Miðvágs kirkja. 30.05 kl.