Fara ikki at brúka eiturvápn

Sýriski stjórnarherurin ætlar sær ikki at brúka eiturvápn uttan so, at útlendsk hermegi leggur á landið. Tað segði talsmaðurin hjá sýriska uttanríkisráðnum, Jihad Makdissi, á tíðindafundi í Damaskus í morgun.

Hann segði eisini, at sýriska stjórnin hevur havnað uppskotinum hjá Arabisku Samgonguni um, at Bashar al-Assad, forseti, skal leggja frá sær fyri at fáa enda á ófriðinum í landinum.

-Tað undrar okkum, at Arabiska Samgongan skal semjast um eitt tílíkt stig ímóti einum av sínum egnu limalondum, segði Jihad Makdissi. Hann legði afturat, at tað er bara tann sýriska tjóðin og einans hon, sum ræður fyri, hvør situr við valdinum í landinum.