Fara ikki at nokta feløgunum at bora eftir olju undir Føroyum

Men sum er, verða nýggj øki ikki bjóða út, sigur landsstýrismaðurin

Hendan samgongan fer ikki at nokta fyri, at bora verður eftir olju undir Føroyum. Tað staðfestir Høgni Hoydal, landsstýrismaður í vinnumálum.

 

Helgi Abrahamsen, løgtingsmaður fyri Sambandsflokkin, hevur spurt hann, hvørja støðu hendan samgongan hevur til oljuleiting í føroyskum øki.

 

Høgni Hoydal ásannar, at hetta er ein spurningur, sum stór ósemja er um, eisini innanfloks í Tjóðveldi er ósemja um oljuleiting, tí eitt sjónarmið er, at vit skulu ikki fara undir eina oljuvinnu. Náttúrverndarfelagsskapir í Føroyum hava somu støðu, tí tey halda, at vit eiga heldur at leggja alla orku í at fremja tað grøna orkuskifti.

 

Høgni Hoydal sigur, at støðan hjá samgonguni er tann, at nýggj øki verða ikki boðin út til oljuleiting. Hinvegin heldur núverandi open door skipanin fram. Tað merkur, at Jarðfeingi heldur fram við samskiftinum við feløg, sum eru áhuga í at leita eftir olju undir Føroyum.

 

Hinvegin heldur hann, at í roynd og veru átti kjakið ikki at verið um eina oljuvinnu, men heldur um, hvussu vit, og allur heimurin, fær lagt um til grøna orku.

 

Samstundis vísir hann á, at síðani Russlan leyp á Ukraina, eru ymisk lond farin at seta ferð á oljuleitingina aftur fyri at gera seg leys av russiskari olju, og russiskum gassi.

 

Helgi Abrahamsen fegnast um svarið og at samgongan ikki útihýsir eini oljuvinnu - og tað  er hann samdur í, at vit ikki eiga at gera. Hinvegin heldur hann, at tað útihýsir ikki, at vit eisini leggja dent á at menna tað grøna orkuskiftið. Tað kann ganga hond í hond – men olju verður brúk fyri í nógv ár afturat, staðfesti hann.