Fara ikki at steingja skeinkistøð við lóg

Tað er nú rættiliga greitt, at Løgtingið fer ikki at samtykkja lógaruppskotið frá landsstýrismanninum í vinnumálum um at heimila honum at steingja skeinkistøð og matstovur við lóg, soleiðis sum løgmaður vil hava.

Helgi Abrahamsen, landsstýrismaður, tekur ikki ein gong sjálvur undir við uppskotinum, sum hann kortini hevur lagt fyri tingið eftir harraboðum frá løgmanni.

Spurnarumfar, sum Sosialurin gjørdi í síðstu viku, vísti, at bara tvey tingfólk tóku undir við uppskotinum.

15 tingfólk søgdu seg at fara at atkvøða ímóti uppskotinum, teirra millum fleiri samgongutingfólk.

Tí er longu nú greitt, at løgmaður kemur í minniluta í hesum máli. Tað fer so helst eisini at merkja, at skeinkistøð og matstovur fara at hava opið til í minsta lagi klokkan 02, so leingi sum koronu-undantaksstøðan stendur við.

Soleiðis svaraðu tingfólk upp á spurningin í síðstu viku:

##med2##