Barrack Obama sigur nú, at hann og Hillary Clinton fara ikki at stilla upp sum forseta- og varaforsetavalevni í heyst Tað var Hillary Clinton, sum í einari samrøðu herfyri segði, at hon kundi hugsað sær Barrack Obama sum varaforsetaevni hjá sær á forsetavalinum í heyst.
Men Barack Obama segði í dag, at hann verður ikki varaforsetaevni hjá Hillary Clinton.
-Eg royni ikki at gerast varaforseti og fari heldur ikki at stilla upp til tað embætið, segði Obama. Hann legði afturat, at hendan støðan verður ikki broytt.
Í morgin er uppstillingarval í Mississippi, og roknað verður við, at Obama fer at vinna har, tí teir flestu veljararnir hjá demokratunum har eru svartir, skrivar AP.