Fara ikki longur at seta fólk í sóttarhald í fimm ár

Tað er ein regla, sum tíðin er farin frá, halda tey í býráðnum

Regurnar fyri at fáa grundstykki til bústað í Tórshavnar Kommunu, verða nú linkaðar. Í reglugerðini stendur, at tað skulu ganga minst fimm ár ímillum, at nakar kann fáa grundstykki frá kommununi. Tað merkir, at hevur fólk fingið eitt grundstykki frá kommununi, mugu tey bíða í minst fimm ár, áðrenn tey aftur kunnu fáa eitt grundstykki.

 

Í býráðnum halda tey, at hetta er ein regla, sum tað kann vera ringt at hava eftirlit við. Men annars spyrja býráðslimir, hvat endamálið er við at seta fólk í sóttahald í fimm ár, sum tey málbera seg.  Tí fer Býráðið nú at samtykkja at seta hesa regluna úr gildi. Tey siga, at hetta er ein treyt, sum stavar frá teirri tíðini, tá ið kommunan lutaði grundstykki út eftir einum bíðilista.

 

Umsøkjarar, ið høvdu staðið á listunum í fleiri ár men sum ikki tóku av, tá teirra tørn endiliga kom, fóru í sóttarhald í 5 ár, sigur býráðið. Endamálið við hesum var helst at royna at tryggja, at bara tey, ið meintu tað í álvara, settu seg á bíðilistan.

 

Í dag verða grundstykki ikki lutað út eftir bíðilistum. Í dag er tað soleiðis, at tey, sumvilja hava grundstykki í eini útstykking, melda til eitt lutakast, og tá ið lutakastið er liðugt, verða listarnir strikaðir. Luttakararnir, sum onga ogn eiga, kunnu melda til aftur, næstu ferð lutakast verður um grundstykki.

 

– Tað hendur seg at umsøkjarar, sum fáa eitt grundstykki í einum lutakasti, skifta meining og vilja lata grundstykki inn aftur. Tað kann vera tí at fíggjarligu umstøðurnar broytast, ella  tí at tey ikki eru nøgd við júst ta grundstykki, tey fingu.

 

Ognirnar, sum fólk lata inn aftur, verður lutaðar út av nýggjum ímillum aðrar umsøkjarar, men býráðslimir spyrja, hvat endamálið er við at seta fólk í sóttarhald. Tí ætlar býráðið at avtaka hesa regluna.