Fara nú at byggja sambýli á Strondum

Bygdaráðið á Strondum hevur nú samtykt at fara undir at byggja sambýli.

Artur Johansen, borgarstjóri, sigur, at ætlanin er at byggja eitt sambýli til 16 fólk og í hesum sambandi hevur bygdaráðið nú søkt almannamálaráðið um studning til endamálið.

Sambýlið er mett at kosta slakar 10 milliónir við lendisarbeiði, innbúgvi og øllum, og borgarstjórin vónar, at umsóknin um studning verður avgreidd skjótt, so at farast kann undir byggingina sum skjótast.

Hann sigur, at bygdaráðið leggur dent á, at sambýlið skal liggja so miðskeiðis í bygdini sum gjørligt.

Kommunan eigur trý stykki, eitt stykki er omanfyri skúlan, eitt stykki er við heilsumiðstøðina og eitt stykki er við gamla hondbóltsvøllin, men enn er ikki endaliga avgjørt, hvar sambýli skal byggjast.

Borgarstjórin sigur, at á hesum øki hevur Sjóvar Kommuna verið stak illa fyri í langa tíð og tí er alneyðugt at útvega búpláss til eldri.

Heimatænastan hjá Almennaverkinum hevur upplýst fyri communing, at 18 fólk í Sjóvar Kommunu fáa heimahjálp.

Tað er ein vaksandi trupulleiki, at fleiri og fleiri av teimum hava demens sjúkur, samstundis sum at nøkur av teimum búgva einsamøll og hava ongan avvarðandi.

Í løtuni meta vit, at 10 fólk høvdu tikið av einum tilboði um fast búpláss beinanvegin og onnur fimm høvdu møguliga tikið av, metir Heimatænastan hjá Almannaverkinum.

- Onkur liggur eisini á Landssjúkrahúsinum og bíðar eftir búplássi.

Heimatænastan sigur, at harafturat eru 12 fólk, sum fegin høvdu viljað verið við í eini døgverðaskipan, sum heldur ikki er tøk í løtuni.

Sjóvar Kommun er serliga illa fyri, tí har er onki sambýli.

Í øðrum kommunum í Eysturoy eru sambýli, men tey eru fyrst og fremst fyri fólk í kommuni, sum hevur bygt tey.

Tískil ber ikki til hjá Sjóvar Kommunu at dúva upp á sambýli í øðrum kommunum í Eysturoy, staðfestir Heimatænastan.