Fara nú at gera gonguteigar í Vági

Vágs Býráð hevur samtykt at gera nakrar gonguteigar um høvuðsvegin í Vági

 

Ferðslutrygd


Vágs Kommuna fer nú nú at gera nakrar gonguteigar tvørtum um høvuðsvegin í Vági fyri at bøta um ferðslutrygdina.

Hetta varð samtykt á býráðsfundi í Vági mikukvøldið.

Samtykt er at gera fýra gonguteigar, og møguliga verður tann fimti eisini gjørdur.

Fyri at byrja í øðrum endanum, so er ætlanin at gera tann uttasta gonguteigin tvørtur um vegin við Suðuroyar Sparikassa.

Síðani skal ein gerast við Meinigheitshúsið, ein vesturi á Gørðunum og tann fjórði við Báruna.

Serliga tann vesturin á Gørðunum, hildu býráðslimir vera átrokandi, tí har gongur nógv fólk, og tá ið tað er myrkt í veðrinum, er sýnið ringt. Har á leiðini er eisini meir enn ein ferðsluvanlukka hend, sum hevur kravt mannalív.

Annars skal møguleikin eisini kannast at gera ein gonguteig tvørturum vegin vesturi við Vatnið, tí har gongur eisini rættiliga nógv fólk tvørturum vegin, ikki minst í samband við dystir í høllini og á vøllinum vesturi á Eiðinum, men eisini fólk í ganga túr í tí hugnaliga umhvørvinum har um leiðir.

Allir gonguteigarnir verða útgjørdir við ljósum, so at teir verða væl upplýstir.