Fara nú at gera kanningar á útoyggj eisini

– Nú er so gongd komin á, og vónandi verður veðrið eisini til vildar, sigur Útoyggjafelagið

Nú er greitt, at Landssjúkrahúsið fer at skipa fyri, at øll tey, sum búgva á útoyggj, fáa møguleikan at taka eina korona-roynd. Hetta verður gjørt í komandi viku í samstarvi við tyrludeildina hjá Atlantsflog.

Hetta skrivar Útoyggjafelagið í dag.

Fyrr í dag fortaldi Útoyggjafelagið, at Thetis hevði boðið seg til at taka royndirnar í Skúvoy, soleiðis at skúvoyingar fáa møguleika at kanna seg uttan at fara allan vegin til Havnar.

Í hesum sambandi skrivaði Útoyggjafelagið, at arbeitt var við, at tyrlan eisini skal kunna veita somu tænastu til aðrar útoyggjar í Føroyum. Arbeiðið er eftir øllum at døma komið á mál nú, tí sambært skrivinum hjá Útoyggjafelagnum fer Landssjúkrahúsið sum sagt nú at kanna á úttoyggj.

– Nú er so gongd komin á, og vónandi verður veðrið eisini til vildar, sigur Útoyggjafelagið.