Vanliga framleiðslan gongur sum ætlað, men avskurð kunnu vit ikki selja til Russlands í løtuni.
Tað sigur Regin Jacobsen, stjóri á Bakkafrost hann, eftir at russarar hava boðað frá, at tey hava funnið bakteriur í avskurði av laksi frá Bakkafrost á Glyvrum, og hava tískil steðgað innflutninginum fyribils.
Les meiri um tað HER
Onnur framleiðsla er ikki ávirkað og Regin Jacobsen sigur, at Heilsufrøðiliga Starvsstovan fer nú at kanna framleiðsluna á virkinum á Glyvrum við atlitið at frágreiðingini hjá Russarum. Men hann leggur afturat, at innaneftirlitið á Bakkafrost hevur ikki staðfest bakteriur í einum einasta sýni, og framleiðslan á Bakkafrost verður ístaðin seld á øðrum marknaðinum.
Men hann sigur, at tá ið Heilsufrøðiliga Starvsstovan er liðug við sínar kanningar, fara tey at geva russarum eina frágreiðing. Vit vilja fegin kunna selja okkara vørur allastaðni, so vit vilja hava viðurskiftini við Russlands aftur í rættlag, sigur stjórin í Bakkafrost.
Hann væntar kortini at tað fer at taka eina tíð, áðrenn viðurskiftini við Russlands eru komið aftur í rættlag, men hvussu leingi er ilt at siga.