Fara nú at stevna Føroya Handverksmeistarafelag

Havnar Handverkarafelag vil framvegis ikki góðtaka, at fýra ára sáttmálin, sum Føroya Handverkarafelag og og Føroya Handverksmeistarafelag, skrivaðu undir, skal vera galdandi

Ein av døgunum í nærmastu framtíð, fær formaðurin í Føroya Handverksmeistarafelag eina stevning við postinum.

Avsendarin er Havnar Handverkarafelag.

Og kravið er stutt og einfalt: Fýra ára lønarsáttmálin, sum Føroya Handverkara og Føroya Handverksmeistarafelag hava skrivað undir, skal ikki umfatað limirnar í Havnar Handverkarafelag.

­Ístaðin vilja handverkararnir í Havn sjálvir sleppa at samráðast sjálvir um ein sáttmála um viðurskiftini ímillum teir og meistararnar, sigur Eyðfinn Petersen formaður í Havnar Handverkarafelag.

Tað, sum handverkarar í Havn serliga eru misnøgdir við, er, at tað er ein fýra ára sáttmáli.

Annars plaga sáttmálar á arbeiðsmarknaðinum ikki at vara longri enn tvey ár, onkuntíð bara eitt ár.


ikki at vika

Hesar seinastu mánðirnar hevur Havnar Handverkarafelag roynt at fáa meistararnar at góðtaka, at sáttmálin ikki skuldi vera galdandi fyri limirnar í Havnar Handverkarafelag.

Men tað hevur alt verið til fánýtis, tí meistararnir hava hvørki verið til at høgt ella stungið í.

Vilhelm M. Johannesen hevur alla tíðina sagt, at málið er so sára einfalt:

­ Føroya Handverksmeistarafelag hevur gjørt sáttmála við Føroya Handverkarafelag.

­ Havnar Handverkarafelag var limur í Føroya Handverkarafelag.

­ Og Føroya Handverkarafelag hevði fullan samráðingarrætt fyri Havnar Handverkarafelag.

­  Tí er ongin ivi um, at samráðst hevur verið við rætta myndugleikan um sáttmálan.

­ Tí er tað heldur ongin ivi um, at sáttmálin er eisini galdandi fyri Havnar Handverkarafelag.

­ Og tí er heldur ongin ivi um, at sáttmálasamráðingarnar eru avgreiddar á hesum sinni og at nýggjar samráðingar kunnu ikki undir nøkrum umstøðum verða aftur fyrrenn hesin fýra ára sáttmálin er gingin út.


Smoygdur um høvdið

Eyðfinn Petersen, formaður í Havnar Handverkarafelag, sigur, at uppgávan hjá teimum verður at prógva, at meistararnir handlaðu illtrúgvnir, tá ið teir settu fýra ára sáttmálan í gildi.

­ Sáttmálin varð smoygdur niðurum høvdið á okkum.

­ Føroya Handverkarafelag visti, at vit vit tóku ikki undir við einum fýra ára sáttmála. Somuleiðis vistu bæði Føroya- og Havnar Handverksmeistara tað. Og harafturat visti Landsstýrið tað.

­ Allir partar vistu tað. men kortini velja meistararnir at misbrúka støðuna til at gera ein sáttmál við teir, sum teir vita tað er lættast at gera ein sáttmála við.


Fyrireikað sakarmál

Eyðfinn Petersen sigur, at tí er tað, at Havnar Handverkarafelag seinastu tíðina hevur arbeitt við at fyrireikað eitt sakarmál ímóti Føroya Handverksmeistarafelag, eftir at allar aðrar royndir at loysa málið eru miseydnaðar

­ Tað er so groft, tað, sum er hent, at vit hava skyldu, eisini moralska skyldu, til at stevna, sigur formaðurin í Havnar Handerkarafelag.