– Nú skal eitt alment partafelag setast á stovn at fyrireika og at standa fyri arbeiðnum at gera undirsjóvartunnil til Suðuroynna.
Tað sigur Heðin Mortensen, landsstýrismaður í samferðslumálum.
Ein arbeiðsbólkur, sum hann setti fyrr í ár at kanna spurningin um at gera undirsjóvartunnil til Suðuroynna, vísir á, at skal tað verða klárt at fara undir arbeiðið í 2023, tá ið Sandoyartunnilin er liðugur, verður neyðugt at fara undir tær neyðugu forkanningarnar, og aðrar fyrireikingar, beinanvegin.
Tí mælir bólkurin eisini til, at eitt alment partafelag verður stovnað beinanvegin at standa fyri arbeiðnum, og at ein verklagslóg um tunnilin eisini verður samtykt í løgtinginum.
Púra klárt
Og Heðin Mortensen sigur, at tað er júst tað, hann ætlar sær at gera.
– Nú fari eg beinanvegin undir tað fyrireikandi arbeiði við tí endamáli at stovna P/F Suðuroyartunnilin, so at arbeiðið at fyrireika undirsjóvartunnilin kann halda fram, sigur hann.
Hann sigur, at endamálið má vera at fara undir arbeiðið, beinanvegin tunnilin til Sandoyar er liðugur, tí málið er at tað skal verða koyrandi til Suðuroyar í 2030.
Heðin Mortensen ivast kortini stórliga í um tað eydnast at stovna partafelagið í hesum valskeiðnum, sum endar á ólavsøku.
Løgtingið er farið í summarfrí og tað veldst alt um, nær løgmaður útskrivar løgtingsval. Ger hann tað ikki á sjálvari ólavsøku, er tað ein møguleiki hjá hesum Løgtinginum at gera tað.
Men útskrivar løgmaður val í ólavsøkurøðu síni, stendur tað til nývalda Løgtingið at stovna partafelagið.
– Men eg ætli mær so at gera alt tað fyrireikandi arbeiðið, soleiðis at tað verður púra klárt hjá tí nýggja Løgtinginum at seta felagið á stovn beinanvegin, sigur Heðin Mortensen.
Hann sigur, at endamálið má so vera at seta eina fimm milliónir av til fyrireikingarnar um árið, til 2023, tá ið tað skal vera klárt at bora.
Hann heldur, at tað hevur stóran týdning at hildið verður fram við arbeiðnum at binda landið saman.
– Kemur stígur í eftir at Sandoyartunnilin er liðugur, stúri eg fyri, at tað verður seinur dagur, áðrenn tað kemur gongd á aftur, og tað hevði verið ein stórur missur fyri bæði Suðuroynna, og restina av landinum, heldur hann.
Í eitt felag
Heðin Mortensen, landsstýrismaður í samferðslumálum tekur undir arbeiðsbólkinum í, at allir undirsjóvartunlarnir verða lagdir í eitt og sama felag.
– Vit eiga at hava eina samhaldsfasta skipan og tað er púra greitt, at skal allur kostnaðurin fyri Suðuroyartunnilin, takast av fíggjarlógini, verður tað ógvuliga møtimikið, fyri ikki at siga ímøguligt. Tí verður neyðugt at fíggja ein part av honum við bummgjøldum, eisini úr verandi undirsjóvartunlum, sigur landsstýrismaðurin.
– Ein suðuroyartunnilin er ein felags verkætlan fyri allar føroyingar, staðfestir hann.